Teir hava verið á sjónum í 107 ár tilsamans

Aksel og Hilmar hava verið partur av manningini á Kambi, og Hilmar var við lagnutúrin, tá skipið sakk hin 6. februar í ár

Leygardagin hin 9. november vórðu heiðursgávur handaðar Hilmari Djurhuus, búsitandi á Strondum, og Aksel Thorsteinsson, úr Vági.

 

Hetta fór fram á lítlari samkomu, sum Føroya Fiskimannafelag skipaði fyri, har familja og kenningar vóru við, og ábit fekst eftir handanina.

 

Tað var formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sum handaði heiðursgávurnar. Hilmar og Aksel fingu hvør sítt lummaur, nú teir gevast í sínum yrki á sjónum.

 

Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár.

 

Á myndini omanfyri er tað Aksel Thorsteinsson úr Vági (vinstrumegin) og Hilmar Djurhuus, búsitandi á Strondum. 

 

Í sínum langa sjólívi hava teir eisini verið partur av manningini á Kambi, sum sakk sunnanfyri Føroyar hin 6. februar í ár, og Hilmar Djurhuus var við lagnutúrin.

 

- Fiskimannafelagið takkar tykkum fyri trúgva og drúgva tænastu og ynskir tykkum báðum góðan byr uppi á landi eftir so mong ár á sjónum.

 

Soleiðis segði felagsformaðurin, tá hann takkaði teimum fyri tænastuna á sjónum øll hesi ár.

 

Aksel Thorsteinsson fór í 1967 - sum 13 ára gamal - at rógva út. Í 1971 mynstraði hann fyrstu ferð. Hetta var við Nýborg, og síðan tá hevur hann siglt.   

 

Hilmar Djurhuus fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal í 1973. Hann fór tá við Ranafossi, sum fór ein saltfiskatúr yvir á Flemish Kap.

 

- Seinastu nógvu árini hevur Hilmar verið við Kambi, men tíðin hjá honum á sjónum fekk ein enda lagnudagin hin 6. februar í ár. Hilmar ætlar sær ikki til skips aftur.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga.