Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard hava verið í serstøðu í nógv ár. Ikki einans í sínum flokkum, men í føroyskum landspolitikki sum heild.
Virðingin fyri teirra politiska arbeiði varð staðfest væl og virðiligt, áðrenn teir tóku við sum løgmenn. Tað vóru heili 48 prosent av veljarunum, sum ynsktu Anfinn Kallsberg til løgmann í 1998. Tað eru væl fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin klárar at mynstra. Hann hevði stóra undirtøku millum veljararnar úr øðrum flokkum.
Ein triðingur av veljarunum stuðlaðu Jóannes Eidesgaard sum løgmanni, og tað er væl oman fyri atkvøðurnar, sum Javnaðarflokkurin fekk. Tað er greið ábending um, at teir hava dugað politiska handverkið sera væl. Evnini at finna semjur, eisini tvørtur um floksmørkini, vóru sera góð. Fólk hava havt stórt álit á teimum.
Tú kann siga, at teir skuldu havt takkað fyri seg fyri tíð síðan, men eg vil seta spurnartekin við, um teir eru slopnir. Politisku flokkarnir hava stórar avbjóðingar, og krøvini eru stór, serliga eftir, at Føroyar vóru skipaðar í eitt valdømi. Trýstið á flokkarnar er stórt, og tá er torført hjá teimum mest garvaðu at rýma.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava trupulleikar at dragast við. Flokkurin, sum Jóannes Eidesgaard hevur staðið á odda fyri, hevur lítið samband við sínar trúføstu veljarar, og tað sæst á veljarakanningunum. Fólkaflokkurin fekk ein undir vangan, tá Poul Michelsen fór úr flokkinum. Flokkurin virðir ikki grundsjónarmiðini, var hansara seinasta heilsan. Onkursvegna leita flokkarnir eftir sínum samleika, tá Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg gevast. Spurningurin er hinvegin altíð, nær lagaliga løtan er at takka fyri seg.
Tað verður ikki fyrr enn um nøkur ár, at tú sær ítøkiliga, um tað var rætt av teimum at gevast júst nú. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava, sambært veljarakanningunum, mist undirtøku, og spurningurin er, hvør teirra leiklutur hevur verið, og hvussu tað er fer at merkjast, at tveir markantir høvdingar ikki eru í politikki longur. At tveir stórir politikkarar, sum hava átt virkan leiklut í føroyskum politikki í nógv ár, og sum hava dugað politiska handverkið sera væl, er tað helst eingin, sum ivast í.










