Árið í ár hevur roynst væl á virkinum Rock Trawl Doors í Vági. Fyrraárið royndist einki serligt, men í fjør var góð gongd í aftur, og í ár hevur byrðurin verið góður.
Stjórin á virkinum, Hans Joensen, róptur Hans í Líðini, letur væl at gongdini í ár.
- Jú, vit hava nógv at gera, og vit eru 15 mans til arbeiðis. Í løtuni er eftirspurningurin eftir okkara trollemmum so stórur, at neyðugt hevur verið at arbeitt í skiftivaktum.
Hann sigur, at felagið gjøgnum árini hevur selt nógvar lemmar í Íslandi, Grønlandi og Kanada, men eisini til meira fjarskotin lond sum eitt nú Ný Sælands.
- Men, í løtuni hava vit størsta eftirspurningin í Noregi. Norðmenn hava bygt nógv nýggj skip og av seks skipum, sum nýliga eru farin til fiskiskap, hevur Rock Trawl Doors selt lemmar til fýra av hesum.
Hans í Líðini sigur, at felagið javnan luttekur uttanlands á fiskivinnustevnum, og tað er ikki minst á slíkum stevnum, at felagið fær fyrispurningar og fær møguleikan at senda tilboð upp á føroysku lemmarnar.
- Jú, hetta árið hevur verið rættiliga gott eftir okkara mátistokki, og hetta er ein spennandi tíð hjá okkum, har vit eisini arbeiða við at menna nýggj snið av lemmum.
Rock Trawl Doors hevur eisini ein verkfrøðing til hjálpar, sum er við í menningini av nýggjum sniðum av lemmum.
Føroysk undirtøka
Hans í Líðini sigur, at flestu føroysk skip, sum fiska við lemmum, hava lemmar úr Vági. Tað eru tó nøkur einstøk smærri skip, sum keypa lemmar úr útlandinum.
Hann vísir á, at felagið í Vági leggur dent á dygdina, og tað eru skip, sum hava brúkt somu lemmar hjá Rock Trawl Doors í fleiri ár.
- Okkurt av teimum stóru føroysku skipunum man hava fiskað fyri tað mesta av einari miljard krónum við sama setti av lemmum frá okkum.
Stjórin sigur, at tað er serliga í snið og dygd, at felagið í Vági bjóðar seg fram á marknaðinum og vinnur í kapping við aðrar - og eisini fjarskotnar - útbjóðarar.
- Sjálvandi er tað ikki lætt at kappast við lágu tímalønina í eitt nú Kina, men tað er í dygdini og drúgvu royndunum við hesi framleiðslu, at vit hava okkara styrki, sigur Hans í Líðini.