Í gjár sendi Skráseting Føroya úr fráboðan um, at avgerð er tikin um at kanna leiklutin hjá nevndini í Eik Grunninum og Eik Banka, sum við fáum stuttum tíðarbilum hevur verið hin sama, síðani Eik Grunnurin varð settur á stovn í 2002.
Sum granskingarfólk er settur Eyðfinnur Jacobsen, sakførari, men hann sigur, at avtala er gjørd um, at tað er stórin á Skráseting Føroya, Jógvan Thomsen, ið skal umsita samskiftið við fjølmiðlarnar.
Jógvan Thomsen sigur seg ikki kunna varpa annað ljós á málið enn tað, sum verður nevnt í fráboðanini.
Høvuðspersónurin í málinum má sigast at vera Frithleif Olsen, men heldur ikki hann vil gera stórvegis viðmerkingar til málið.
Nú er so gjørt av at seta hesa kanningina í verk, og eg haldi, at teir skulu fáa frið at gera kanningina. So kunnu vit taka málið uppaftur, tá ein niðurstøða fyriliggur, sigur Frithleif Olsen.
Hann er tó vísur í síni søk, og avvísir blankt, at han stúrir fyri einari kanning.
Nei, tað geri eg avgjørt ikki, sigur Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, bæði í Eik Grunninum og í Eik Banka síðani stovnanina í 2002.









