Undan steypafinalum er tað meiri enn so komið fyri, at venjarar og feløg hava roynt at gera mótstøðuliðið til favorittar. Men venjarin hjá NSÍ, Jógvan Martin Olsen, hevði einki havt ímóti, ikki at komið við tíðindununm, sum vit fingu frá honum fyrrapartin í gjár.
Harmuligi veruleikin í NSÍ ferðalagnum, sum er á veg úr Íslandi við Norrønu, er, at tríggir av spælarunum, sum hava verið roknaðir millum teir týdningarmiklastu í steypafinaluni ólavsøkudag, eru rættuliga ivasamir.
Talan er um Helga L. Petersen, Pól Thorsteinsson og Ulrik Balling. Á ferðini í Íslandi eru teir allir plágaðir av vøddaskaðum.
Mikukvøldið spældi NSÍ venjingardyst á Akureyri ímóti Þór. Liðið á Akureyri, sum er í bestu deildini, vann 3?1. Sonni L. Petersen minkaði um munin til 2?1, og Jógvan Martin Olsen var sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Men í løtuni snýr tað seg mest um, hvussu tað verður við skaddu monnunum.
Helgi L. Petersen var ikki við á liðnum í fyrrakvøldið. Undir dystinum noyddust bæði Pól Thorsteinsson og Ulrik Balling at biðja um útskifting.
? Hjá Helga dragnaði okkurt í lærinum undir venjing. Síðsta punktið á venjingarskránni vóru tríggir heilt stuttir spurtir. Tá Helgi skuldi venda, glapp okkurt. Pól bað um at verða útskiftur, tí okkurt var galið við lærinum, og hjá Ulrik Balling er tað í lærkrikanum, at okkurt ikki er, sum tað skal vera, eru døpru tíðindini frá Jógvan Martini Olsen.
Marjun Thomassen, fysioterapeutur, hevur verið við NSÍ í Íslandi. Hon hevur viðgjørt skaddu spælararnar, men tað bar ikki til fyrrenn eitt samdøgur eftir dystin á Akureyri at siga nakað um, hvussu álvarsligir skaðarnir eru.
Allir ellivu á einum fótbóltsliði og allir sekstan í hópinum eru sera týdningarmiklir. Men um tríggir útispælarar skuldu verið útvaldir sum teir týdningarmiklastu hjá NSÍ í finaluni ? saman við málverjanum Jens Martini Knudsen, sjálvandi ? so hevði tað ikki verið langt frá, at tað vóru teir tríggir, sum nú kapprenna við tíðina fyri at vera tøkir í finaluni.
Undan ferðini til Íslands var greitt, at álopsspælararnir Óli Hansen og Sonni L. Petersen ikki kundu spæla í finaluni ímóti HB. Teir eru báðir leikbannaðir.
NSÍ ferðalagið gisti á Egilsstøðum í nátt. Har skuldu teir venja fyrrapartin í dag, og fyrrapartin í morgin koma teir til hús at halda frí, áðrenn farið verður undir síðstu fyrireikingarnar til størsta dystin í 45 ára longu søguni hjá felagnum.
Tað er greitt, at Óli Hansen og Sonni L. Petersen ikki vera við í tí dystinum. Um Pól Thorsteinsson, Helgi L. Petersen og Ulrik Balling vera førir fyri at spæla, frætta vit kanska meiri um seinni í vikuni. At teir halda ondini í NSÍ er lætt at skilja.