Teir høgravendu eru eftir arbeiðaranum

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur at 1. mai er av alstórum týdningi - eisini í 2017. At tað enn er tørvur á at hátíðarhalda og markera sigrarnar, sum fákfelagið hevur vunnið, ivast hann onga løtu í. 1. mai vísur á, at enn er tørvur fyri fakfelagnum, heldur hann. 

 

 

Eisini er tørvur á at vísa á, at fakfelagið arbeiðir fyri arbeiðaranum, tá politikarar og arbeiðsgevarar ikki gera tað.

 

 

-Serliga teir høgravendu, sum vilja taka rættindi frá okkum, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

 

 

-Teir høgravendu vilja trýsta arbeiðaran niður fyri at sleppa framat, og eru eftir arbeiðaranum. Fyri nøkrum árum síðani royndu politikararnir at taka rættin til verkfall frá okkum, og høgravenda landsstýri kom síðani við lóg, sum tvingaði okkum at skera verkfallslógina, sigur hann. 

 

 

Hann leggur afturat, at fakfeløgini eiga størstu æruna av, at vit eru eitt framkomið samfelag. Hetta sæst eisini í londunum rundan um okkum, har tað gongur gott har sum fakfeløgini eisini eru sterk. Føroya Arbeiðarafelag hevur eina rúgvu av málum, sum verða viðgjørd fyri limirnar í felagnum og stórur tørvur á fakfelagnum, sigur formaðurin.