Seinnu árini hevur verið vanligt, at nakrir partrolarar hava loyst so skjótt, sum jólini eru løgd afturum.
Men, um skip hava loyst í dag, vistu hvørki Niclas Davidsen, landingarformaður á Landingarmiðstøðini við Toftagjógv ella Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, at siga, tá in.fo fregnaðist um hetta seinnapartin í dag.
Ísfiskatrolarar, sum plaga at loysa, eru eitt nú Polarhav og Stjørnan, sum nú eru heimahoyrandi í Klaksvík og onkur av pørunum hjá Faroe Origin í Saltangará.
Nøkur ár herfyri gjørdu Polarhav og Stjørnan ein góðan túr millum jóla og nýggjárs og løgdu veiðina upp í Danmark. Samstundis gjørdu - um in.fo minnist rætt - Bakur og Stelkur tveir góðar túrar og løgdu veiðina upp í Saltangará.
Tað tekur tíð at sigla av landinum við fiskinum, og tá Polarhav og Stjørnan eftir nevnda túr vóru aftur í Føroyum nakrar dagar inni í nýggja árinum, landaðu Bakur og Stelkur av øðrum túrinum í Saltangará.
Vanligt er ikki, at línuskip loysa millum jóla og nýggjárs, men óhugsandi er ikki, at onkur garnaskip hava havt gørnini standandi um halguna.