Teir grønu vilja ígongd

Sigurin á H71 var kanska startskotið hjá Kyndli, sum nú er farið at líkjast sær sjálvum

Hondbóltur

Tað hevur verið eitt soltið heyst hjá meistarunum úr Kyndli. Meistaraspælið hevur fyri tað mesta verið langt burturi, og eitt skifti var liðið púra einsamalt í botninum av stigatalvuni.
Seinastu umførini er tó vend komin í. Móti hinum báðum liðunum í niðaru hálvu – H71 og KÍF – hevur talan verið um tryggar sigrar, og tað ber kanska boð um, at verulig ferð nú er komið á liðið.
Ikki minst man tað hita fleiri av grønu hjørtunum, at Høgni Klein nú er komin aftur til landið, og kemur hann fyri seg, er einki at ivast í, at Kyndil verður stórur biti – eisini hjá teimum, sum í løtuni standa seg best á stigatalvuni.
Fyrsta ábendingin um hetta kann koma sunnudagin, tá Kyndil tekur móti StÍF. StÍF hevur higar til staðið seg sera væl, men skulu teir framvegis halda seg í oddinum, tá endaspælið fer ígongd, er neyðugt við sigri á Kyndli. Strandingar hava tó verið darvaðir av, at ov nógvar byrður hava ligið á Finni Hansson – ikki minst, tá skaðar hava rakt stóran part av bak-ketuni annars.
Hjá Kyndli hevur saknurin í Høgna verið stórur, men í aðrar mátar tykist liðið væl mannað. Og so er spurningurin, hvørt heildin fæst at rigga, áðrenn týðandi dystirnir í endaspælinum verða blástir ígongd.