Teir gomlu á Nólsoyingi bestir

Tað gongur betri at manna 10-mannaførini við veteranum, enn tað gongur við ungum og væl vandum monnum.

Í FM kappingini eru tað Eysturoyingur og Vestmenningur, sum kappast. Á Ólavsøku hava fýra 10-mannafør kappast við oldboys manningum.

Hoyvíkingur legði bragdliga fyri, men Nólsoyingur hevði besta endaspurtin. Klaksvíkingur stríddi seg eina løtu fram á næstfremsta plássið, men í endaspurtinum hilnaðist betri hjá Hoyvíkingi enn hjá klaksvíkingum.

Í 2004 var ólavsøkuróðurin sera stórt vónbrot hjá Nólsoyingi. Tá lógu nólsoyingar til at vinna FM heitið. Hóttanin var frá Havnarbátinum, sum vann bæðí á Ólavsøku og FM heitið.