Teir gomlu høvdu verið stoltir í dag

- Eg haldi, at teir gomlu TB´ararnir høvdu verið stoltir í dag.

Tað helt Malla Dam, varaborgarstjóri á Tvøroyri nú fyrsti spakin er settur í fyri ætlanini at gera nýggjan fótbóltsvøll á Tvøroyri.

Gamli, siðvandi vøllurin á Sevmýri verður ikki góðkendur longur, tí hann lýkur ikki krøvini og tískil hevur TB spælt sínar heimadystir í Hvalba í ár.

Men í dag varð sjøtul settur á arbeiðið at gera nýggjan vøll til TB

Nýggi vøllurin er í Stópunum í Trongisvági.

Tað er stykkið beint vestanfyri og niðanfyri ítróttarhøllina og skúlan í Trongisvági.

Tað var gamli TB´arin, Sverri Midjord, sum fekk heiðurin at loysa tað fyrsta flagið.

- Malla Dam kallaði hetta eina sera spennandi verkætlan, sum teir gomlu TB´ararnir høvdu verið stoltir av, eins og øll onnur tvørafólk eru.

Hon vónaði, at vøllurin verður til gagns og gleði fyri alla Suðuroynna.

Sverri Midjord, sum sæst á myndini, helt fyri, at hetta var ein øgiliga stór løta, tó at tað var syrgiligt at siga Sevmýri farvæl, tí tað var har, at sjálv vøggan hjá føroyskum ítrótti stóð.

Áðrenn Sverri Midjord loysti fyrsta flagið, skeyt hann upp, at nýggi vøllurin skuldi eita Sevmýrisvøllur fyri at varðveita søguna.

- Mítt ynski til TB skal verða, at teir aftur fara at syftast á aldukambinum, segði gamli TB´arin.

Ætlanin er, at nýggi vøllurin skal vera liðugur tann 13. mai næsta ár, tá ið TB fyllir 120 ár og hann er mettur at kosta einar 16 milliónir, tá ið hann er heilt liðugur.