Teir gomlu dystast aftur

Lagt er upp til ein minniligan og ikki sørt sentimentalan dyst, tá KÍ og HB hittast til dyst fríggjakvøldið.

Tað verða ikki dagsins manningar sum skulu dystast, men manningarnar sum runnu á leikvøllunum fyri 20 árum síðani.

Hesaferð verða liðini mannað við teimum sum spældu við HB og KÍ í 80’unum, og dómari verður eisini ein spælari sum gjørdi um seg sum leikari hetta tíðarskeiðið, nevniliga Baldvin Baldvinsson.

Dysturin byrjar kl. 19 í annaðkvøld.