Teir gera góðan mun

Eisini hjá spælarunum er tað hugaligt, at føroyskir áskoðarar eru við landsliðnum

Fótbóltur

 

Sum landsliðsspælari er Johan Troest Davidsen somikið feskur, at hann ikki hevur áður hevur verið partur av einum ferðalagi, har áskoðarar eisini hava verið við landsliðnum.

Men hann sigur seg ikki ivast í, at hetta veruliga er nakað, sum ger mun hjá spælarunum.

- Tað ger tað sjálvandi. Tú følir alt fyri eitt, at tú hevur uppbakning fyri tí, sum tú gert, og so er øll ferðin sum hon er enn meira hugalig av tí sama.

Men er hetta eisini nakað, sum tit leggja til merkis ella hugsa um, tá spælt verður?

- Avgjørt. Tað er kanska ikki so, at tú stendur á vøllinum og hyggur upp á áskoðaraplássini at vita, um tú sært Merkið veitra. Men vit síggja tey her, nú vit hava flogið, og tú bæði sært og hoyrir tey, tá tú hitar upp á vøllinum, so tað er veruliga ein stuðul, sum vit eru ótrúliga fegnir um.

Og hjálpir hann eisini somikið nógv, at tit hesa ferð kunnu broyta 1-1 til 2-1?

- Tað vóna vit í øllum førum. Vit fara so altíð á vøllin í royndini at skapa best møguliga úrslitið, og vit hava jú víst, at tað ber til. Men talan er sjálvandi altíð um sera trupla uppgávu, sigur Johan Troest Davidsen.