Fremsta og aftasta liðið í Formuladeildini skuldu í gjárkvøldið spæla dyst á Eiði. Og tey spældu EB/Streymur og ÍF men tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, valdi dómarin at bríksla dystin av, tí veðrið var so vánaligt.
Tað var einki fótbóltveður á Eiði í gjárkvøldið, men hóast nógvur vindur var, og tað var vátt, so valdi dómarin at seta dystin í gongd. Liðini spældu eisini allan fyrra hálvleik á tamb, men tað var í grundini ikki spælandi.
Hvørki av liðunum kláraði at gera mál í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleikssteðgin var tað ikki minst fyri at fáa hita og sleppa at kroka eina løtu.
Liðini fóru á vøllin aftur at spæla víðari, men einar 10 minuttir eftir hálvleikssteðgin, bríkslaði Jens Petur Brattalíð dystin av.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum skal nú gera av, hvussu verður við dystinum á Eiði. Kappingarnevndin skal gera av, nær dysturin so skal spælast, og um allur dysturin skal spælast umaftur.










