Fyri einum ári síðani luktaði alt av gulli, tá ið HB var á vøllinum. Hálvir møguleikar bóru mál við sær, Adrian Justinussen og fríspørk vóru sum eldkúlir, ið fuku um oyrini á málverjunum og bólturin sótu í netmeskunum.
Soleiðis er tað ikki í ár. Í dag var HB í Runavík. Í góðveðrinum var dagsskráin bæði hjá NSÍ og HB at vinna fulla úrtøku fyri at varðveita frástøðuna fram til toppliðið KÍ.
Hvørki liðið rakk málinum. Tað endaði málleyst, og báðir partar iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna.
-Vit kundu havt avgjørt í fyrra hálvleiki, tá ið vit høvdu tríggjar góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki. Tó kann eg ikki siga annað, enn tað eg havi sagt við spælararnar, og tað er, at teir vístu góðan hugburð, sigur HB venjarin Jonas Dal Andersen.
Merkisvert var tað, at hóast dysturin var ferðmikil, og tað skifti skjótt úr øðrum endanum og í hin, so var talan ikki um so nógvar heilt upplagdar málmøguleikar, og tá ið tað endiliga eydnaðist at vinna opnan møguleika, so var neyvleikin ikki stórur, tí bólturin varð sendur á málverjanum ella við síðuna av málinum.
-Vit høvdu yvirvág í seinna hálvleiki, tá ið vit spældu okkum til fleiri góðar málmøguleikar, men tíverri vóru marginalirnir ikki við okkum. Eg kann ikki siga annað, enn at spælararnir arbeiddu væl, og í løtum hekk spælið væl saman, men tíverri megnaðu vit ikki at vinna úrtøku, staðfestir Allan K. Jepsen, venjari hjá NSÍ, í samrøðu við Trónd Arge í FM1.