Vanliga plagar næstbesta liðið hjá Víkingi at eiga heimavøll uppi á Brekku í Leirvík. Soleiðis var ikki ídag. Tá ið teir næstbestu hjá HB vitjaðu í Eysturkommunu var heimaliðið á heimavølli í Sarpugerði.
Úrslitið var tað, sum støðan var, tá ið dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð.
Málleysi javnleikurin ber við sær, at tað framvegis eru fýra stig millum hesi bæði liðini.
Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum, og HB er á sætta plássi við 29 stigum.
Annan sunnudag skal Víkingur til Suðuroyar. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal Víkingur spæla ímóti Skála (ú) og B68 (h).
Annan sunnudag skal HB spæla á heimavølli ímóti B71. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal HB spæla ímóti NSÍ (ú) og KÍ (h).