Teir funnu Harran umborð

Fyrsta bókin hjá Svenningi av Lofti í røðini um menn, sum komu til trúgv umborð á føroyskum fiskiskipum, er nú at fáa

? Altíð havi eg kent tað vera sera hugtakandi at hoyra menn greiða frá, tá ið teir umborð á føroysku sluppum, trolarum, línubátum og øðrum skipum sótu á møti í lugarinum, kahúttini ella messuni og har hoyrdu skipsfelagar sínar boða evangeliið um jesus Kristtus ? og at teir sjálvir tóku lut í hesum boðskapi og komu heim aftur til síni kæru sum umbroytti menn.

Soleiðis greiðir Svenning av Lofti frá í nýggju bók sini, »Tað hendi umborð«, sum her hini fyrsti í eini røð, ið nemur við andaliga lívið umborð á fiskiførum okkara aftur í tríatiárini.

? Petur Háberg plagdi ofta at siga við meg, eftir at hann hevði hoyrt vitnisburð frá monhum, sum vóru umvendi umborð á skipum, at hann ætlaði sær at skriva eina bók um hesar menn, greiðir Svenning av Lofti frá.

? Men Petur náddi ikki at skriva bókina, men eldhugi og orð hansara um slíka bók hava livað í mær alla tíðina og skundað undir hetta verið, sigur Svenning av Lofti.

Onnur orsøk er, at pápi Svenning, Jóan petur Poulsen, á Lofti, var ein av hesum mongu føroysku fiskimonnum, sum komu til umvendingar umborð ? og var tað umborð á »Lilie« undir Grønlandi í 1937 ? og hevur Svenning vígt bókina minninum um pápan.

Svenning av Lofti tekur eisini til Jákup Oluf á Lakjuni í Fuglafirði, sum eisini kom til trúgv á Frelsaran úti á havinum.

? Hann plagdi at siga, at »tað hava verið nógvir flótandi møtisælir í Føroyum«, sigur Svenning av Lofti.

Ætlanin hjá Svenningi við hesi bókarøðini er at lata eitt íkast, sum varpar ljós á ein higartil lítið kendan part av Føroya siglingarsøgu. Bókin er prentað í 2500 eintøkum, oghon kostar 275 kr.