U?19 LANDSLIÐIÐ
Royndirnar, sum U?19 landsliðið hesa vikuna hevur havt av bústaði og matinum, nú teir eru í Tblisi í Georgia og spæla í EM undankapping, hava lært Fótbóltssambandið, at teir skulu vera uppaftur varnari í framtíðini, enn teir hava verið higartil, tá ið tað verður avgjørt, hvar landsliðini skulu halda til úti í heiminum.
Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sum leggur afturat, at allir í FSF harmast, at U?19 landsliðið skuldi enda í sovornum umstøðum.
? Vit hava í mánaðir spurt okkum fyri og hingið í georgiska fótbóltssambandinum fyri at fáa at vita, hvar ferðalagið hjá okkum skuldi halda til. Vit fingu ikki svar, fyrrenn vit komu aftur úr Týsklandi hósdagin í síðstu viku. Upplýsingarnar kendust ikki serliga sannførandi. Tí sendu vit hósdagin í síðstu viku umvegis telefaks bræv til georgiska fótbóltssambandi við avriti til UEFA, har vit boðaðu frá, at vit góðtóku ikki bústaðin, sum teir høvdu tillutað okkum. Vit boðaðu frá, at vit vildu búgva á sama hotelli sum belgiska ferðalagið ella á øðrum hotelli á sama støði, sigur Ísak Mikladal, og hann heldur fram:
?So ringdu teir úr Georgia og bedýraðu, at gistingarhúsið, sum okkara skuldu búgva á, var á sama støði sum tað, ið belgiararnir skuldu búgva á, og so bíðaðu vit við at skifta. Nú aftaná kunnu vit siga, at tað hevði verið rættari, at ferðalagið ongantíð varð skrivað inn á hetta staðið, og at teir, eftir at hava kannað umstøðurnar, fóru á okkurt annað og gott gistingarhús í býnum. Nú hava vit frætt, at har eru ikki plásstrupulleikar. Sjálvandi er tað ein stór avgerð at taka upp á standandi fót at flyta, men spurningurin er, um hon ikki skuldi havt verið tikin. Vit fara í hvussu so er at tosa um og viðgera, hvussu tað skal farast fram, um okkurt av okkara liðum ? vónandi verður tað ikki aktuelt ? kemur soleiðis fyri aftur, sigur Ísak Mikladal.
Hvør rindar fyri uppihaldið?
? Georgai hevur bjóðað seg fram at skipa fyri kappingini. Teir rinda í fyrstu atløgu fyri uppihaldið hjá øllum hinum. So fáa teir endurgjald frá UEFA, sum síðani skuldskrivar øll londini. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit partvís rinda sjálvir fyri gisting og uppihald ? ivaleyst tað sama sum Belgia og Ukreina ? so hetta líkist púra ongum, heldur Ísak Mikladal.
Vóru bæði kaldir og svangir
Tað hevur vakt ans heima á klettunum, at vit í blaðnum í fyrradagin endurgóvu Jógvan Martin Olsen, venjara hjá U?19 fótbóltslandsliðnum, fyri at siga, at hann øll tey árini, sum hann hevur ferðast við ymsu landsliðunum, ongantíð hevur upplivað so ússaligar og vánaligar umstøður, sum tær, georgisku vertirnir høvdu at bjóða føroyska ferðalagnum, tá tað sunnudagin kom til georgiska høvuðsstaðin, Tblisi.
Tókst tú ov rívan til, eftir at liðið týsdagin hevði tapt 6?0?
Jógvan Martin Olsen svarar soleiðis úr Tblisi:
? Avgjørt ikki. Tað er væl frægari nú, men tveir teir fyrstu dagarnar vóru umstøðurnar heilt katastrofalar. Tveir teir fyrstu dagarnar át eg bara morgunmat. Tað kann vera hugaligt og spennandi sum ferðamaður at royna nýggjar rættir, sum eru serligir fyri staðið, har tú vitjar. Men soleiðis ber tað ikki til at liva hjá einum fótbóltsliði, sum skal kappast á høgum støði. Vit fingu bara serligan georgiskan mat settan fyri okkum, og sovorðið bar tað ikki til at eta, bæði av einari og aðrari orsøk.
Vóru spælararnir svangir, tá teir týsdagin fóru á vøllin ímóti Ukreina?
? Teir vóru ikki væl fyri. Eitt er, at svøvnurin hevði verið lítil, tí tað var ísakalt. Eitt annað er, at teir ikki høvdu etið tað, sum vit ætlaðu, at teir skuldu eta. Dysturin var klokkan fýra týsdagin. Vit bóðu dagin fyri um, at vit týsdagin klokkan tólv skuldu fáa pasta og høsnarunga. Tá vit komu at borðinum var rætturin meiri ostur enn spagetti. Vanliga plagar hvør spælari at fáa eini 200 gramm av kjøti. Hesa ferð fingu teir kanska tíggju gramm, so teir vóru stak illa fyri, tá teir klokkan fýra týsdagin fóru á vøllin ímóti Ukreina, greiðir venjarin frá.
Tað er ein sannroynd, at umstøðurnar í Georgia eru als ikki tær somu, sum tær eru á okkara leiðum. Men har eru góð gistingarhús, og liðini hjá Belgia og Ukreina búgva undir heilt góðum umstøðum, sum væl kunnu sammetast við góð gistingarhús í Vestureuropa.
? Eg kenni onkrar av belgiumonnunum, sum eg havi verið á skeiðum saman við. Teir siga seg ikki hava nakað at finnast at umstøðunum, sum teir búgva undir, sigur Jógvan Martin Olsen.
Men tað er betri nú?
? Týsdagin vildu vit hava franska UEFA umboðsmannin at koma á staðið og síggja, hvørjar umstøðurnar eru hjá okkum. Hann var púra samdur við okkum, og umvegis fótbóltssambandið her vórðu boð givin um, at hiti skuldi vera á gistingarhúsinum um náttina eisini, og at vit skuldu fáa betri mat og meiri at eta. Tað hjálpti, og nú líða vit onga neyð, sjálvt um umstøðurnar ikki eru nakað at rópa hurrá fyri. Hetta er ikki eitt gistingarhús.
Hvat er tað so?
? Tað havi eg eisini hugsað um, og eg veit tað satt at siga ikki. Hetta er ein bygningur mitt í býnum, sum verður brúktur til okkurt annað enn hotell.
Greiðar reglur
Ísak Mikladal sigur, at tað aftur og aftur hevur verið undirstrikað á UEFA fundum og stevnum, har umboð fyri europeisku fótbóltssambondini hava verið, hvussu týdningarmikið og alneyðugt tað er, at vertirnir syrgja fyri, at umstøðurnar hjá landsliðunum at búgva og liva eru eins góðar uttan mun til hvar í Europa, tað verður spælt.
? Tað vita teir í Georgia eisini. Hví teir hesa ferð hava verið heilt órímuligir yvirfyri okkum, dugi eg ikki at siga. Men tað er nærliggjandi at halda, at tað ikki hevur havt sama týdningin fyri teir, at føroyska liðið hevur búð væl, sum tað hevur havt, at belgiska liðið hevur verið undir góðum korum. Tað kennist framvegis av og á, at Føroyar eru smáar í hesum høpinum, heldur Ísak Mikladal.
Føroyska ferðalagið fer úr Tblisi í Georgia sunnumorgunin klokkan átta. Teir flúgva til Wien, har teir skulu bíða í sjey tímar. Ferðalagið verður í Keypmannahavn sunnukvøldið klokkan 19, og so koma teir til Føroya mánamorgunin.
? Nú líða vit onga neyð ? hvørki so ella so ? og lagið er væl betri nú, enn tað var mánadagin og týsdagin, sigur Jógvan Martin Olsen úr Tblisi.