Teir friða

? Eingin toskur gýtir á 200 favnum. Kortini verður norðasti parturin av holinum, sum er millum Skeivabanka og Mykinestunguna friðaður sum gýtingarøki hjá toski, sigur Theodor Poulsen

Fiskivinna
Vilmund Jacobsen

Tað er ikki altíð so lætt at skilja politiska viljan og politisku avgerðirnar.
Theodor Poulsen, sum saman við øðrum eigur trolbátin, Búgvan, skilir ikki, hví landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, friðaði norðasta partin av sonevnda holinum millum Skeivabanka og Mykinestunguna í gýtingartíðini
? Hetta er eitt øki, sum í støðum er heilar 200 favnar djúpt og er avgjørt ikki gýtingarleið hjá toski. Gýtingarfiskur fer nevniliga uppá grunt vatn at gýta og ikki niður á 200 favna dýpi.
Theodor vísir á, at holið er góð havtaskuleið hjá trolbátunum, men við tað, at norðasti parturin av økinum hevur verið friðaður, hava bátarnir mist tað mesta av einum triðingi av hesi havtaskuleiðini, og tað hevur órógvað fiskiskapin eftir havtasku í gýtingartíðini.
Hetta økið, sum hevur verið friðað í gýtingartíðini í nøkur ár, er latið uppaftur, 1. apríl.

Á skriviborðinum
? Tað er ikki skilagott bara at sita á eini skrivstovu og seta nakrar tilvildarligar strikur »her frá og har til« uttan at vita, hvat tað er, tú gert.
Theodor sigur, at norðasti partur av holinum er tikin við uppí friðingina í nøkur ár og teir, sum eiga trolbátarnar, hava fleiri ferðir roynt at fáa landsstýrismannin at skilja, at einki endamál er við at friða hendan partin.
? Men tað vísir seg at gera tað sama, hvør situr í Tinganesi, tí teir lurta ikki
eftir okkum kortini. Hinvegin eydnaðist útróðrarmonnum at fáa Jørgen Niclasen at økja um friðingarnar vestanfyri, soleiðis at línubátarnir vórðu nógv skerdir. Men landsstýrismaðurin hevur ongar sømdir veitt okkum, hóast vit hava vent okkum til hansara í samband við umrødda part av holinum millum Skeivabanka og Mykinestunguna, sigur Theodor Poulsen.