Teir fremstu málskjúttarnir í Evropa

Her eru toppskjúttarnir frá teimum fimm fremstu fótbóltsdeildunum í Evropa

Bestu fótbóltsdeildirnar í Týsklandi, Fraklandi, Italia, Onlandi og Spania eru fimm tær fremstu fótbóltsdeildirnar í Evropa.

 

Ítróttarhagtals-felagsskapurin, OPTA hevur roknað seg fram til hvørjir eru topp-5 málskjúttarnir í topp-5 deildunum í Evropa í 2023.

 

Hesir eru fimm teir fremstu málskjúttarnir: 

 

Erling Braut Haaland – 44 mál

Harry Kane – 43 mál

Kylian Mbappé – 42 mál

Lautaro Martinez – 37 mál

Mohamed Salah – 30 mál

 

Harry Kane hevur skotið tey 43 málini fyri bæði Tottenham og Bayern München í 2023.