Teir flestu spældu undir miðal

Avrikini hjá føroysku landsliðsspælarunum í dystinum ímóti Georgia mikukvøldið vóru langt frá sannførandi. Hvørki teir nýggju ella meira royndu kláraðu at lyfta liðið, sum hevði stórar trupulleikar ímóti vælspælandi liðnum úr Georgia

Jákup Mikkelsen, B36
Tað mann neyvan verða hent áður, at Jákup Mikkelsen, Føroya besti málmaður, hevur latið 11 mál fara inn í tveimum dystum upp á fýra dagar. Jákup tóktist fara skeivt út við triðja georgiska málið og hevði ongar veruligar bjargingar. Hann var tryggur í spælinum á jørðini, gjørdi ongan stóran feil, men spældi ein av sínum meira lunkaðu landsdystum.
 
Jákup á Borg, HB
Jákup stóð fyri einum av teimum frægu avrikunum hjá føroyingunum mikukvøldið. Tekniskt sterkur, fyri tað mest tryggur í samanspælinum, kvikur í nærdystum og royndi allatíðina at koma fram við. Varð sum hin bakkurin tó eisini fangaður av georgiska álopsspælinum viðhvørt, tá ið teir sendu stikningar inn um verjuna ella brutu í gjøgnum við yvirlappi.
 
Óli Johannesen, TB
Liðformaðurin var langt frá so sannførandi, sum hann var í dystunum í fjør, men spurningurin er, hvussu galið tað hevði gingið, um Óli ikki var í verjuni. Hann hevði óhepnan fót á, tá ið Gerogia skoraði til 2-0, gjørdi vandamikið fríspark beint uttanfyri brotsteigin nakað aftaná og gjørdi helst eitt afturat, sum ikki var dømt seint í dystinum. Royndi at stýra nýggju verjuni, sum ikki tóktist so væl samanspæld, men hetta var ikki besta avrikið hjá honum á landsliðnum.
 
Atli Danielsen, KÍ
Avloysarin hjá Jón Róa var partur av eini verju, sum ikki riggaði til fulnar. Hevði onkrar feilavleveringar í spælinum frameftir og gjørdi brotsspark í seinna hálvleiki. Atli tóktist ikki so avgjørdur og sannførdur, sum hann áður hevur verið, tá ið hann hevur spælt í føroysku miðverjuni.
 
Janus Joensen, HB
Nýggi vinstri bakkur kláraði seg hampuliga væl. Tóktist nokk so stressaður í samanspælinum í fyrra hálvleiki, men tað var betur í seinna hálvleiki. Málið til 2-0 varð spælt ígjøgnum í hansara síðu við einum bólti inn um verjuna. Janus royndi allatíðina at koma fram við, og í seinna hálvleiki var hann millum teir frægastu hvítu á vøllinum.
 
Kári Nielsen, HB
Hevði stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki í sínum týðandi leikluti sum verjukendur miðvallari. Datt stundum ov langt aftur á vøllin, rýmdi fleiri ferðir úr sentrala økinum, ivaðist í hvønn hann skuldi dekka, og fekk ikki vart fyri fyrsta málinum, sum tann verjukendi miðvallarin týpiskt skal verja fyri. Hevði eisini nógvar skeivar avleveringar. Spældi ein munandi betri seinna hálvleik, tá ið hann fekk góða hjálp frá Paula G. Hansen á verjukenda miðvøllinum.
 
Fróði Benjminsen, B36
Spældi ein av sínum mest anonymu landsdystum. Var rímiliga aktivur og raskur í fyrra hálvleiki, men datt út úr dystinum í seinna hálvleikinum, tá ið hann fekk møguleikan at hugsa meira fram eftir vøllinum. Tykist ikki rættiliga í toppformi eftir skaðan fyrr í ár og gjørdist sum seinni hálvleikur leið meira og meira ósjónligur á miðvøllinum. Hetta var ikki tann Fróði, sum mann kennir frá landsliðnum.
 
Claus Bech Jørgensen, Coventry
Var tikin út í hálvleikinum, tí tann verjukendi miðvøllurin skuldi styrkjast. Hevði tó verið millum teir frægastu í fyrra hálvleiki. Góður í samanspælinum, ágangandi í nærdystum, hevði orku at fara fram við og hevði kanska verið tann rættari til álopssinnaða miðvøllin í seinna hálvleiki.
 
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Hevði bestu føroysku tilboðini, men megnaði ikki at gera mál. Serliga kjansurin tíðliga í dystinum var risastórur. Misti bóltin, sum hevði við sær fyrsta georgiska málið og varð merktur av hesum eina løtu. Royndi at bjóða av í seinna hálvleiki og var við í nógvum av føroyska álopsspælinum. Miðalgott avrik, men brendu kjansirnir telja niður.
 
Rógvi Jacobsen, HB
Legði upp til størsta føroyska kjansin tíðliga í dystinum, men føroyingar fingu ongantíð fulla nyttu burtur úr hansara styrki í luftini. Avbjóðingin hjá Rógva í hesum dystinum gjørdist meira og meira at standa rætt í verjustøðu heldur enn at spæla frameftir vøllinum, og í seinna hálvleiki varð hann skiftur út fyri eitt annað slag av álopsspælara.
 
Símun Samuelsen, Keflavík
Stjørnuskotið úr íslendskum fótbólti gjørdi ikki nakað serligt um seg í hesum dystinum. Skuldi royna at bjóða av í síðuni, men tað kláraði hann sjáldan. Stríddist væl allatíðina og tóktist hava bæði ferð og styrki, men varð skiftur út eftir eitt ivasamt avrik.
 
Pauli G. Hansen, Skála
Pauli varð sendur á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki fyri at styrkja verjukenda partin av miðvøllinum, og tað megnaði hann væl. Gjørdist góður stuðul hjá Kára Nielsen, sum hevði verið um ein háls í fyrra hálvleiki. Bakkaði væl upp og vann fleiri bóltar. Gjørdi tó eisini onkur minni mistøk og misti bóltin, sum síðani førdi til brotssparkið hjá Georgia.
 
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Royndi at finta og draga og skapa nakað, men veruligur vandi stóðst ikki av hesum. Tók sær av deyðbóltum, men kvaliteturin var ov vánaligur. Hevði eina skotroynd úr spískum og gav annars fleiri dømi um, at hann eisini kann fara at gerast ein vinningur fyri landsliðið.
 
Jónhard Frederiksberg, Skála
Varð raskur og áhaldandi, tá ið hann kom á vøllin. Hevði onkrar góðar renningar uttan bólt, men var ikki spældur rætt. Kláraði sum hinir føroysku spælaranir heldur ikki at gera tað avgerandi gjøgnumbrotið í verjuni hjá Georgia.