Tað verður alsamt dýrari at búgva í Føroyum, og men hetta seinasta árið eru prísirnir, sum heild ikki farnir nógv upp.
Hagstovan sigur at hetta seinasta árið er tað, í miðal, vorðið 0,6 prosent dýrari at búgva í Føroyum. Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu prósgongdin hevur verið á ymsum vørum hetta seinasta árið. Seinasta árið eru prísirnir farnir upp í øllum høvuðsbólkum uttan, uttan í bólkinum frítíð og mentan, bólkinum, ið eitur innbúgv og húsbúnaður, og samstundis hava telefeløgini eisini lækkað prísin eitt lítið vet.
Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkinum, sum eitur ymiskar vørur og tænastur, har príshækkingin er 2,6 prosent. Hagstovan sigur, at tað serliga eru gjøld fyri ymsar fíggjartænastur, sum eru farnar upp. Fíggjartænastur eru tinglýsing, kortgjøld, og annað av tí slagnum.
Tað er eisini vorðið væl dýrari at gista á hotellum og at eta á matstovum, tí teir prísirnir eru hækkaðir 1,6 prosent, og tað er eisini dýrari at búgva, tí býlisprísirnir eru farnir 1,6 prosent upp. Tað er serliga bólkurin, sum eitur olja, ravmagn og hiti, har prísirnir eru farnir upp, Flutningskostnaðurin er hækkaður 1,1 prosent og í hesum sambandi er tað í nógv mestan mun prísurin á bensini og diesel, sum er farin upp.
Samstundis er rúsdrekka og tubbak dýrkað eitt prosent. Men sum heild er prísurin á mati eisini hækkaður 0,5 prosent upp hetta seinasta árið og har eru tær størstu broytingarnar , at kjøt og fiskur er vorðið dýrari, og grønmeti er vorðið bíligari.
Annars var príslækkingin í bólkinum frítíð og mentan 1,5 prosent, innbúgv, húsbúnaður er 1,1 prosent bíligari, og í bólkinum samskifti er príslækkingin 0,2 prosent.