Teir førningin fram eftir bera

Nýggjur partur af føroyskari siglingarsøgu varð skrivaður, tá fyrsta føroyska veitingarskipið, Faroe Connector, legði at bryggju í Hósvík fyrrapartin í gjár

 

Oljuvinna

Hósvík: Fyrsta føroyska veitingarskipið - supplybáturin - Faroe Connector, sum skrásettur er í Hósvík, kom til Føroya í gjár.

Tað var hátíðardámur á bryggjuni í Hósvík, tá hetta stóra, reyða skipið legði at. Tað flaggaði í bygdini, sum tað so mangan ger. Hósvíkingar eru óførir at flagga, tá okkurt er at flagga fyri. Og maður var farin av húsi at síggja hetta nýggja farið, sum kom til bygdar. Tað størsta higartil, ið skásett hevur verið í bygdini.

Langt er lopið frá Silver Spray til Faroe Connector. Ikki kundi eitt sindur av erni noktast, tá foreldrini hálsfevndu synirnar, Hans Andrias og Gunnbjørn, nú teir stóðu á bryggjuni við hesum stóra skipinum.

Tað byrjaði annars har í familjuni við einum lítlum, um enn sjáldsomum, fiskiskipi. Silver Spray er vist einasta skip í føroyska flotanum, sum í álamanakkanum hevur staðið at vera gjørt úr jarni. Tað plagar annars at vera stál.

Og frá hesi byrjan faðirsins eru synirnir nú farnir inn í hesa nýggju tíðina og hava megnað at fáa eitt stórt veitingarskip skrásett í Hósvík.

Jú, tað var stílur yvir. Borgarstjórin, onkur bygdarráðslimur og reiðarin hildu røðu, tá lagt var at, og fólk vórðu boðin umborð at síggja skipið.


Væl útgjørt skip

Skipið er ikki heilt spildurnýtt kortini. Tað er smíðað í Klaipeda í Litava í fjør og hevur higartil itið Esvagt Connector, og var tað felagið Esvagt í Esbjerg, sum átti skipið.

Skipið er góðar 56 metrar langt og 14,6 metrar breitt. Tað er merkt 1890 bruttotons.

Maskinkraftin er stór. Tvær maskinur, upp á 2.400 KW hvør. Tað gevur eina samlaða maskinorku upp á einar 6.500 hestakreftir. Umframt hevur skipið tvær bógskrúvur og Azimuth skrúvu. So alt í alt hevur Faroe Connector fimm skrúvur.

Útgerðin á brúnni er eisini tann mest nútímans, sum finst. Millum annað er skipið útgjørt til at arbeiða við kavarum, sum aftur ger, at neyðugt er at skipið altíð liggur púra stilt. Og tað verður stýrt við einum tóli á brúnni, sum sigur, hvar skipið liggur, og at har verður tað so liggjandi. Hvussu vindur og streymur annars bera seg at.

Tað er sera umráðandi, sigur skiparin, at hava slíka útgerð, eitt nú tá lossað verður við boriallarnar.

Skipari á Faroe Connector er danin Børge Nielsen, sum hevur verið við skipinum, síðan tað varð smíða.

Hann greiðir frá, at teir eru 12 mans við. Átta føroyingar og fýra danir. Men innan alt ov langa tíð, fara bara føroyingar at vera við skipinum, sigur hann. Tá verður núverandi yvirstýrimaðurin, Hendrik Olsen, sum er føroyingur, eisini skipari.

Hendrik hevur áður siglt við føroyskum farmaskipum, og seinnu tíðina verið skipari á Tórsvík hjá P/F Thor í Hósvík. Men hann hevur ongantíð verið við veitingarskipi, og hann gleðir seg til at sigla við hesum skipinum, sigur hann.

Børge Nielsen, skipari, sigur, at nú fara teir í fyrsta umfari at venja manningina við skipið. Men umleið hálvan juli, verður farið til arbeiðis, tá BP fer at royndarbora undir Føroyum. Tá tann boringin er liðug, verður farið í bretskan sjógv at arbeiða fyri BP, sigur Børge Nielsen, skipari á Faroe Connector.


Álítandi felagi

Annar høvuðsstuðulin undir øllum tiltakinum, Hans Andrias Joensen, í Hósvík, sum saman við bróðrinum Gunnbirni, rekur P/F Thor, sigur, at hesin mátin teir hava valt, tykist tann rætti at koma inn í oljuvinnuna.

Teir hava við felagnum Thor havt vaktarskip liggjandi í Norðsjónum, men ongantíð nakað veitingarskip kortini.

Nú hava teir fingið tann møguleikan við at kasta saman við felagið Esvagt í Esbjerg, sum hevði slík skip frammanundan.

Hans Andrias Joensen sigur, at tað avgjørt er ein trygd at samstarva við eitt felag, sum er so »toppseriøst«, sum hann tekur til.

Esvagt hevur royndirnar, og teir hava skipini. Men Thor hevur tann fyrimun, at felagið er føroyskt. Og føroyskt felag á føroyskum øki, man ivaleyst vera ein avgjørdur fyrimunur.

P/F Thor í Hósvík og Esvagt í Esbjerg hava í felag stovnað felagið Esvagt - Thor við helvtarbýti í partaeningi. Gunnbjørn Joensen er stjóri í Esvagt - Thor. Tað er hetta felagið, sum eigur Faroe Connector, sum skrásettur er í Hósvík.