Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - eru menn hampiliga raskir javnan at siga frá, hvussu gingist hevur á báti við byrsu, nú loyvt er at skjóta skarv, lomvigu, álku og lunda.
Kenneth Bernhard Olsen sigur í gjár frá einum túri saman við Finn Ludvig, har teir vóru og skutu skarv. Túrurin gav tilsamans 20 skarvar, soleiðis sum ovara myndin vísir.
Á Facebok-síðuni sigur Steinar Strøm Sævarsson eisini frá einum fuglaveiðitúri í gjár, har teir fingu tilsamans 33 svartfuglar. Aðrar dagar hava menn eisini fingið væl at svartfugli.
Fólk, sum hava hug at fylgja við, hvussu svartfuglaveiðan roynist, kunnu hyggja inn á Facebook-síðuna - Fuglaveiða í Føroyum, har sagt verður frá fuglaveiðiferðum.
##med2##












