Teir eru samdir um at styrkja samstarvið

Í morgin fara Múte B. Egede og løgmaður at vitja Hondbóltssambandið og løgtingið.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum.

 

Fyrrapartin vitjaðu løgmaður og landsstýrisformaðurin Mjólkarvirkið Búnaðarmanna (MBM) í Hoyvík, umframt Havstovuna og Sjóvinnuskúlan.

 

Eftir døgurða fóru teir á fund saman í Tinganesi.

 

Her umrøddu teir millum annað, hvussu samstarvið millum Føroyar og Grønland kann styrkjast, eitt nú á fiskivinnuøkinum.

 

- Báðir vóru teir samdir um, at samstarvið millum londini eigur at styrkjast, veit løgmansskrivstovan at siga í dag.

 

Í morgin skulu Múte B. Egede og løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, eitt nú vitja Hondbóltssambandið og løgtingið.