Í fleiri ár hava Brendelen og Father McKee landað havgølt til Havsbrún í Fuglafirði. Hetta er hvassur fiskur, sum verður upp í einar 13 sentimetrar til longdar.
Tað ber illa til at landa hetta fiskaslag, tá skræðan er so hvøss. Men fyri nøkrum árum síðan fóru teir at knúsa fiskin umborð, áðrenn hann verður landaður.
Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at teir, sum eiga og reka hesi skip, eru rættiligir pionerar á sínum øki.
- Teir hava í fleiri ár roynt eftir havgølti á leiðunum sunnanfyri Írland, og nú hava skipini tryggjað sær umleið 2/3 av samlaðu kvotuni á stívliga 80.000 tons, sum ICES hevur mælt til kann fiskast av hesum fiskaslag í økinum.
Hartvig Joensen sigur, at hesi skip eisini fiska onnur fiskasløg, men teir hava verið rættiliga ágrýtnir at fingið tað at bera til við havgøltinum.
- Umsíðir tryggjaðu teir sær eisini ein stóran part av teirri kvotu, sum ES hevur ásett, leggur hann aftrat.
Okkurt árið landaðu Brendelen og Father McKee heili 30.000 tons av havgølti til Havsbrún í Fuglafirði.