"Fucking crazies"
Tað vóru orðini, sum Colin Powell nýtti um varaforsetan Dick Cheney, verjumálaráðharran Donald Rumsfeld og varaverjumálaráðharran Paul Wolfowitz, tá hann tosaði í telefon við bretska uttanríkisráðharran, Jack Straw, ein dagin nakað fyri kríggið í Irak.
Tað skrivar BBC-tíðindamaðurin James Naughtie í nýggju bók síni "Blair's Wars".
Politiski blaðstjórin á New Statesman, John Kampfer, sigur við blaðið The Guardian, at Powell og Straw gjørdust rættiliga góðir vinmenn á sumri í 2002, og at teir tosaðu næstan dagliga í telefon. Hann vil vera við, at bretska stjórnin nýtti Powell sum millummann, tá hon helt seg hava okkurt at siga George W. Bush, forseta, men hann vil eisini vera við, at Powell nýtti Tony Blair sum millummann, tá hann helt seg hava onkur góð ráð at geva Bush.
Sambært The Guardian hava bæði Colin Powell og Jack Straw roynt at forða fyri, at orðalagið hjá Powell skuldi koma á prent.