Teir eru fýra sum eiga Sildina

Fyrr í ár fekk nótabáturin Sildin, fyrrverandi Sjófossur, nýggjar eigarar.

Fyrr í ár fekk nótabáturin Sildin, fyrrverandi Sjófossur, nýggjar eigarar í Gøtu. Teir eru tó ikki allir gøtumenn, sum eiga bátin, og báturin er heldur ikki heilt nýggjur.

 

Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.

 

Lagt verður aftrat, at tríggir av eigarunum búgva í Gøtu; teir eru Martin og Mannbjørn í Grund og Sámal Jákup Joensen. Hin fjórði eigarin býr á Eiði og eitur Heini Martin Jørdal Niclasen.

 

Føroyska Sjómansmissiónin veit at siga, at Sildin er ikki heilt “fesk”, tí hon er smíðað í Fuglafirði í 1966 og er sostatt 50 ára gomul.

 

Sildin er 15,1 metrar long og 4,1 metur breið. Hon er merkt 19,5 bruttotons.

 

- Fyrst tóku eigararnir bátin upp á land og settu hann í stand. Síðan hava teir gjørt Sildina klára til fiskiskap eftir fjarðarsild og brislingi á “Innaru landleið”, sum loyvið eitur.

 

Tað merkir, at Sildin kann veiða við nót inni á firðunum eftir brislingi og fjarðarsild.

 

- Hetta er sama slag loyvi, sum smáu nótabátarnir, Katrin og Veðranes, hava, veit Føroyska Sjómansmissiónin at siga.