Seinnapartin mánadagin hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, fyrstu venjingina saman við føroyska A-landsliðnum, í sambandi við komandi HM-undankappingardystirnar, ið standa fyri framman.
Sum vanligt endaði venjingin við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu. Tá dysturin var liðugur, var úrslitið 4-3 til tað eldra ættarliðið.
Hetta veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum at siga.
Fríggjadagin 11. oktober tekur føroyska liðið ímóti Kasakstan, og týsdagin 15. oktober koma eysturríkarar á vitjan á Tórsvølli.
Sum heild eru allir leikararnir væl fyri, og hetta sást eisini aftur í venjingini í gjár.
Kortini var Christian Lamhauge Holst ikki førur fyri at luttaka í fyrstu venjingini. Holst fekk ein snudd í knæið í dysti fyri Silkeborg um vikuskifti, men skaðin er neyvan so álvarsamur, at føroyski landsliðsleikarin í Silkeborg ikki verður førur at spæla fríggjadagin.
Eisini Christian R. Mouritsen úr HB hevði smávegis trupulleikar, men heldur ikki hjá honum er talan um álvarsaman skaða.