Í morgin, sunnudagin, verður ársins fótbóltsdystur ímillum føroyskar tónleikarar.
Hetta er ein dystur, ið plagar at vera á ovastevnu í Nólsoy, men nú er han fluttur á Eysturvøllin við Eysturskúlan í Havn, har hann verður klokkan 19 í annaðkvøld.
Liðini verða skipað soleiðis, at á øðrum liðnum eru tónleikarar yngri enn 30 ár og á hinum liðnum eru teir 30 ár og eldri.
- Árligi tónleikaradysturin hevur mangan verið framúr spennandi, og sigast má, at javnt hevur gingið á millum liðini bæði, siga fyrireikararnir
Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesum dystinum, men av teimum undanfarnu dystunum, hava teir eldru vunnið tríggjar og teir yngru fimm, men tveir av teimum vóru upp á brotsspark.
- So teir eldru vita, hvør uppgávan verður sunnudagin, siga fyrireikararnir.










