Teir einastu sum missa nakað eru fiskimenn

Dettur almenna uppboðssølan niðurfyri, sum mangt beindir á í løtuni, verða fiskimenn teir inastu, sum missa nakað sum helst. Men tað er løgið at vilja taka hana av, heldur enn at gera tær neyðugu broytingarnar

? At tað ikki letur seg gera er fjas. Men verður hon løgd niður, verða fiskimenn teir einastu, sum missa nakað sum helst.

Kári Hansen, fiskakeypari á Strondum mælir til, at almenna uppboðssølan verður umskipað so at hon aftur fæst at virka.

Almenna uppboðssølan hjá er mestsum dottin niðurfyri og nakað fyri jól tók lønjavningargrunnurin tað stig at heita á landsstýrið um at taka hana av.

Hetta heldur Kári Hansen verða løgið. Hann heldur, at stig skuldi heldur verið tikin til at fingið hana at virka eftir ætlan.

Á almennu uppboðssøluni verða bara heilar lastir seldar.

Og tí ber ikki til hjá teimum, sum flyta óvirkaðan fisk av landinum at keypa um hana.

Tí eftir nýggju kunngerðini skulu teir, sum flyta óvirkaðan fisk av landinum, skjalprógva, at fiskurin er seldur á uppboði, har ið fleiri høvdu møguleika at keypa partar av lastini.

Og tað kunnu teir jú ikki, táið lastirnar bara verða seldar heilar.

Hetta hevur gjørt, at almenna uppboðssølan er mestsum dottin niðurfyri.

Og í desember vendi lønjavningargrunnurin sær til landsstýrið og bað um at hon varð tikin av.

Enn er tó einki hent.

Stjórin á lønjavningargrunninum, Hildibjartir Johansen helt í Sosialinum mikudagin, at kunnu teir ikki selja heilar lastir, kundu teir akkurát tað sama gevast, tí tað fór at krevja alt ov nógva umsiting hjá teimum at selja lastir í smáum.

Hann helt eisini, at nú fiskamarknaðuriner komin, er tíðin farin frá almennu uppboðssøluni.


Fiskimenn missa

Ein fiskakeypari, sum er grundleggjandi ósamdur í hesum, er Kári Hansen á Strondum.

Hann hevur ?Hansen Seafood? og selur nógvan, óvirkaðan fisk av landinum.

Hann heldur, at ístaðin fyri at taka almennu uppboðssøluna av, áttu lønjavningargrunnurin og Landsstýrið at hugsa um at fingið hana at virka.

? Verður almenna uppboðssølan tikin av, er allur handil við fiski miðsavnaður í einari hond á Fiskamarknaði Føroya

? Og tað haldið eg er óheppið, hóast eg als onki havi ímóti Fiskamarknaðinum, tí eg haldi, at tey gera eitt gott arbeiði.

? Sjálvur havi eg keypt nógv á almennu uppboðssøluni.

? Og eg haldi eisini, at tað er ein fyrimunur, at allur fiskurin skal um eina uppboðssølu, har ið allir keyparar hava møguleika at keypa.

? Tað er gott fyri okkum, sum keypa, tí útboðið verður størri, og tað liggur betri fyri hjá keyparum at leggja seg eftir ávísum fiskasløgum.

Kortini er kappingin um fiskin so hørð, at tað hækkaða útboðið hevur ikki lækkað prísin.

Kári Hansen sigur, at hann gavst at keypa á almennu uppboðssøluni, táið táið krøvini komu um at verður fiskurin fluttur óvirkaður av landinum, skuldi tað skuldi prógvast, at fiskurin varð keyptur á uppboðssølu, har fleiri høvdu havt møguleika at keypa partar av lastini.

? Og tað vil siga, at almenna uppboðssølan er soleiðis skipað, at hon forðar skipum og fiskimonnum at bjóða fiskin út á einum fríum marknaði.

Og táið fleiri keyparar ikki sleppa at bjóða uppá eina last, kann tað bara føra eitt við sær:

At prísurin ikki verður so góður, sum hann kundi verið.

Hann heldur seg eisini kunnu ávísa, at prísurin hevði verið hægri í ávísum førum um fiskurin varð boðin út til allar.

Kári Hansen sigur, at er hetta gjørt fyri at forða fyri, at fiskur fær óvirkaður av landinum, er tað púra miseydnað. Tí hetta hevur onga ávirkan og forðar ikki einum sterti at fara óvirkaðan av landinum

?Vit fáa so nógvan fisk, vit vilja hava. Teir einastu, sum verða revsaðir eru fiskimenn, ið ikki sleppa at bjóða fiskin út á einum fríum marknaði.


Tað ber væl til

Kári Hansen trýr ikki uppá, at tað eru umsitingarligir trupulleikar sum forða almennu uppboðssøluni at selja í smáum.

? Tað er fjas. Uppboðssølan fær 0,5% av øllum, sum verður selt ígjøgnum hana, og er tað ikki nóg mikið til at løna einum ella tveimum fólkum, veit eg einki, sigur hann.

Tvørturímóti heldur hann at tað ber væl til umskipa almennu uppboðssøluna so at hon lýkur krøvini um, at fleiri skulu hava møguleika at keypa ein part av eini last.

Hann heldur, at ein máti kundi verið at bjóða lastina út í smáum.

? Men tað skuldi heilt einfalt verið, at tann, sum keypti fiskin, ið skipið hevði mest av, skuldi eisini átikið sær at landa skipið.

Tann sum keypti hini fiskasløgini kundi so komið hagar eftir teimum.

Kári Hansen sigur, at tá Fiskakeyparar kunnu fara inn á Toftir eftir fiski, kunnu teir einsvæl fara inn á Strendur, ella onkra aðrastaðni eftir honum.