Vaðhorn Seafood er krumptappurin í vinnulívinum í Sjóvar kommunu, og felagið lyftir eisini væl undir vinnuvirksemið í Eiðis kommunu. Á Strondum hevur fyritøkan 85 fólk í arbeiði, og á Eiði arbeiða eini 25-27 fólk hjá felagnum.
Tað var annars hin 29. apríl í 1973, at framleiðslan upprunaliga byrjaði á Eiði, men tey nógvu árini hevur alt virksemið hjá felagnum verið við Skálafjørðin. Men, eftir at hava verið burtur av Eiði í nógv ár, fyrst á Skála og síðan á Strondum, hevur felagið aftur keypt fiskavirkið á Eiði, har alt upprunaliga byrjaði.
Tað var í 1984, at flutt varð av Eiði í størri høli á Skála, og tað var í 1992, at Vaðhorn flutti út á Strendur í hølini, har hin stóri parturin av virkseminum húsast enn tann dag í dag. Í 2009 varð bygt uppí saltfiskavirkið á Hulki á Strondum.
Tað eru teir báðir, Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen, sum í dag eiga og reka virksemið hjá Vaðhorn Seafood. Umframt at vera áhugaðir í ítrótti, eru teir báðir eisini giftir hvør sínari systir. Jens Martin Knudsen byrjaði at arbeiða hjá Vaðhorn, og í 2009 keypti hann seg inn í felagið.
Jógvan Gregersen eigur 57 prosent av virkseminum, og Jens Martin Knudsen eigur 43 prosent. Tað hevur gingið væl hjá Vaðhorn Seafood í fleiri ár, og í fjør gav raksturin eisini nakrar miljónir krónur í avlopi. Í 2003 varð Vaðhorn Seafood kosið at vera Ársins Virki í Føroyum.









