Teir egna við gággu og høgguslokki

- Seinasta ár var eitt miðalár, og tað er tað, sum oftast hjá okkum, sigur Petur Svøðstein, skipari á útróðrarbátinum Líðhamri.

- Hetta var smáligur fiskiskapur. Vit vóru á Mýlingsgrunninum, men tað lá einki serligt fyri. Vit hava umleið 4000 pund av toski og hýsu á 55 stampum.

 

Tað sigur skiparin á útróðrarbátinum Líðhamri, Petur Svøðstein, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum hevur vitjað umborð og eisini í egningaskúrinum.

 

Skiparin vísir á, at hesin túrurin samstundis var hin 25. í hesum árinum, og samanlagt hevur fiskiskapurin higartil í ár verið brúkiligur.

 

- Seinasta ár var eitt miðalár, og tað er tað, sum oftast hjá okkum, sigur Petur Svøðstein.

 

Fýra mans eru knýttir at Líðhamri. Tríggir eru umborð, og ein er fast í skúrinum. Teir egna mest við gággu og høgguslokki.

 

- Í egningaskúrinum eru eisini nakrir garvaðir "flemish-kapparar”, sum skiparin tekur til, og hann leggur aftrat, at hesir eru álitið í egningini.

 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Líðhamri og inni í egningaskúrinum, har hann heilsaði upp á hesar havsins stríðsmenn, sum hann tekur til.

 

Hesa løtu, sjómanstrúboðarin vitjaði, vóru teir bara tríggir mans í skúrinum, men vanliga eru teir upp í einir átta sum syrgja fyri, at Líðhamar hevur nóg mikið av línu klára.