Teir borgarligu vunnu tepurt á Malta

Bert 0,5% var á muni millum teir borgarligu og sosialistarnar Um vikuskiftið var parlamentsval á Miðalhavsoynni Malta. 400.000 fólk búgva á Malta, sum er gamalt bretskt hjáland. Landið fekk fullveldið í 1964. Vallutøkan var heili 93%, og vóru 300.000 fólk á vali. Tað var so tætt millum borgarliga Tjóðskaparflokkin og sosialistiska Labour-flokkin, at tað tók eitt heilt samdøgur at telja atkvøðurnar. Endin gjørdist, at Tjóðskaparflokkurin vann við einum hálvum prosenti. Forsætisráðharrin Lawrence Gonzi verður sostatt sitandi. Tjóðskaparflokkurin hevur sitið við valdið síðani 1987. Undantikin eru bara árini 1996-1998 tá Labour sótu við valdið. Malta gjørdist limur í ES í 2004, og Evran gjørdist gjaldoyra í 2007.