Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði andstøðan vunnið ein rættiliga tryggan sigur. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau. Eftir kanningini høvdu andstøðuflokkarnir fingið 96 umboð í Fólkatinginum, meðan stjórnarflokkarnir, Danski Fólkaflokkurin og Liberal Alliance høvdu fingið 79. Í einari tilsvarandi kanning í mars vóru tølini ávikavist 92 og 83.
Kanningin hjá Voxmeter gevur Liberal Alliance ein frammaná. Fyri einum mánað síðani søgdu 8,8 prosent av veljarunum, at teir ætlaðu sær at atkvøða fyri Liberal Alliance, men í teirri nýggju kanningini fær flokkurin bar 3,2 prosent.
Hinvegin hava Radikali, Konservativi og Sosialdemokratarnir framgongd, og samanlagt gevur kanningin andstøðuni 1,3 prosent afturat samanborið við kanningina í mars.