Teir blása fóðurið í fóðurflakarnar

Tvær manningar á fimm mans hoyra til Fame. Teir eru umborð í seks vikur og eru so heima í aðrar seks vikur.

- Í fleiri ár hevur farmaskipið Fame hjá P/F Sandgrevstri í Fuglafirði siglt við alifóðri við Vesturskotland. Teir lasta fóðurið í Mallaig og sigla tað síðan til aliøkir við Vesturskotland, Hebridurnar og onkuntíð til Orknoyggjar.

 

Tað veit sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, at siga á Facebook-siðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Hann vísir á, at Fame lastar 500 sekkir av alifóðuri, sum svarar til eini 500 tons.

 

Torleif Johannesen veit at siga, at manningin á Fame lastar skipið við kranunum sum standa í stýriborð. Lastin á Fame er býtt upp í tvey, so 250 sekkir fara í hvørja last.

 

- Tá teir so leggja til ein fóðurflaka, hiva teir sekkirnar úr lastini og niður í eitt rúm, sum er millum lastirnar. Har sker ein knívur hol á sekkirnar, og fóðurið dettur niður í rúmið. Rúmið tekur umleið fimm sekkir í senn.

 

Hann leggur aftrat, at í rúminum stendur ein blásari, sum blæsur fóðurið umborð á fóðurflakarnar gjøgnum eina slangu, sum er sett føst í kranan í bakborði. Teir kunnu blása 80 tons um tíman.

 

Tvær manningar á fimm mans hoyra til Fame. Teir eru umborð í seks vikur og eru so heima í aðrar seks vikur. Fame er bygdur í 1966. Hann er 53 metrar langur og 8,5 metrar breiður. Motorurin er ein 549 KW. Caterpillar.

 

- Skipið hevur nýliga verið í Póllandi til ymiskt viðlíkahald og er í góðum standi, veit sjómanstrúboðarin, sum hevur vitjað umborð, at siga.