Teir bjargaðu sær í land í Lokloysi

Fyri at halda hitanum hesa longu nátt í kavaroksódn tóku teir saman hendur og dansaðu og kvóðu náttina á tamb á helluni.


Mangur søguligur merkisdagur fer aftur við borðinum, uttan at samtíðin gevur teimum gætur. Soleiðis er eisini við Haraldsdegi, 15. mars 1866. Henda dagin fyri 150 árum síðan kom ein bátur av Sandi illa fyri, tá teir komu undir kavaroksódn av landsynningi, staddir úti í miðhavi vestan fyri Sandoynna.

 

Teir royndu at vinna inn um Knæið, men tað var ikki hugsingur um. Síðani royndu teir at sleppa inn á Søltuvík, men har var ókyrt, og ýtini at rógva eftir sóust ikki í kavarokinum, og tí var ikki hildið ráðiligt at royna.


 

Meðan teir baksaðu, skipaði elsti maður á bátinum, Haraldur á Skeljalagnum, fyri, at róð varð norður í Lokloysi, sum er sermerkt stað norðarlaga á vestursíðuni á Sandoynni. Hetta er líka sum ein náttúruhavn, sum menn áður brúktu til at seta upp í.

 

At neyðstøddu menninir henda dagin fyri 150 árum síðan valdu at seta upp í Lokloysi, var teirra bjarging. 
Teir drógu bátin á land í Lokloysi, og fyri at halda hitanum hesa longu nátt tóku teir saman hendur og dansaðu og kvóðu alla náttina á tamb á helluni.
 Dagin eftir varð veðrið blíðkað, og teir róðu til Sands í øllum góðum. 

 

Henda frásøgn er úr forvitnisligu bókini hjá Ólavi Clementsen - Søga og Skemt av Sandi. Ólavur Clementsen starvaðist í mong ár á Matrikkulstovuni, og haðani vita flestu, sum eru tilkomin, hvør høvundurin er.