Teir bestu vóru vánaligast

ÍF spældi ikki væl í gjár, men tað var heldur ikki neyðugt, tí HB spældi beinleiðis vánaligt

ÍF hevur aftur lagt sjógv ímillum seg og botnin. HB megnaði ikki at hála inn á EB/Streym. Tað er status eftir dystin í Fuglafirði í gjár, har ÍF vann ein lutfalsliga tryggan 1-0 sigur á sigursvandu havnarmonnunum. Harvið rukku fuglfirðingar eisini sínum setningi, meðan HB dumpaði so dyggiliga. Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og hinir, megnaðu ikki at gera nakað sum helst við minnu navnframu fuglfirðingarnar.


Leikaði javnt á

Fyrsta hálva tíman av dystinum leikaði javnt á. Liðini bæði høvdu hvør sínar hálvu møguleikar. Millum annað royndi Bartal Eliasen seg úr 30 metrum, tá hann sendi fríspark avstað, men Marcin Dawid, sum hevur tikið plássið hjá Tróndi Vatnhamar, var uppi í horninum og vardi fyri. Hetta var tað nærmasta ÍF var í fyrra hálvleiki, meðan HB kom nakað nærri enn fuglfirðingar.

Tað var tá tað restaðu stívliga tíggju minuttir, og HB annars hevði sett seg á dystin, at Kári Nielsen sendi eitt skot avstað, sum Andras Gango fekk veittra upp á tvørtræið. Hesa løtuna sá tað út til, at HB hevði tamarhald á støðuni eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin, men nærri enn naska skotið frá Kára Nielsen, kom HB ikki – hvørki fyri ella eftir steðgin.


ÍF átti alt

ÍF legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Bólthavarin hjá HB varð lagdur undir eitt øgiligt trýst, og beinanvegin vóru tveir fuglfirðingar á honum. Hetta tók onkursvegna luftina úr havnarmonnum, sum ongantíð komu fyri seg.

Hinvegin spældi ÍF seg fram til fleiri møguleikar, og høvuðsarkitekturin handan teir, var álopsleikarin Atli Petersen. Fyrst royndi hann seg úr stuttari fjarstøðu og spískum vinkli, men rakti beint á Marcin Dawid, og løtu seinni setti hann afturkomna Vagnur Mohr Mortensen av, áðrenn hann royndi at leggja bóltin inn við handaru stong, soleiðis at Marcin Dawid noyddist í fulla longd.

Meðan ÍF soleiðis spældi seg til hesar gyltu møguleikar, vaks fjarstøðan millum verju og álop hjá HB. Hetta hevði við sær, at hvørja ferð HB royndi at skapa nakað fram eftir vøllinum, var tað við longum sendingum niðan í álopið, men hesum spurdist einki munagott burturúr.

Effektivari vóru ÍF’ararnir. Eitt stórt korter inn í seinna hálvleik, gjørdi Milan Kuljic eitt klossut fríspark við brotsteigar horni í vinstra borði. Balazs sendi væl innfyri, har Bartal Eliasen stóð púra leysur og stútaði í málið. ÍF á odda 1-0, og leiðslan var á ongan hátt óuppiborin.


Tannleyst og máttleyst

Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, reageraði rímiliga skjótt við at umskipa liðið soleiðis, at miðverjin Fróði Benjaminsen fór niðan í álopið. Tá hetta ikki gav úrslit, tók hann Christian Høgna Jacobsen út, og setti Hans á Lag, sum eisini er verjuleikari, niðan í álopið. Hesir báðir megnaðu tó ikki at skapa ein erligan málmøguleika, og spurningurin er, um restin av HB-liðnum yvirhøvir megnaði at gera tað í seinna hálvleiki.

Tað gjørdi ÍF harafturímóti eisini. Tíggju minuttir fyri leiklok royndi Rasmus Nolsøe at leggja bóltin aftur til málverjan, men Atli Petersen var kvikur og tók bóltin, men spilti stóra kjansin. Tveir minuttir seinni var aftur galið, tá Dánjal Pauli Højgaard kom at standa púra blankur, men heldur ikki hesin bólturin fór í málið. So hóast fleiri kjansir, so megnaði ÍF ikki at økja um leiðsluna. Tað var heldur ikki neyðugt, tí eitt mál var nóg mikið til ein sigur á tannleysa og máttleysa HB-liðnum.