Teir beru fimmsettarar

Allir tríggir dystirnir í Eik-liguni hjá monnum um vikuskiftið blivu fimmsettarar. Í oddadystinum ímóti ÍF hevði Mjølnir góða leiðslu ímóti endanum á fjórða setti, ið kundi avgjørt dystin, men kortini endaði tað við fimmsettara, sum ÍF vann

Tað var vorðið sum undansýning, tá komandi steypafinalistarnir, Mjølnir og ÍF, møttust í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin í gjár. ÍF, sum hevur verið oddalið alt kappingarárið, hevur umvegis landskappingina vunnið sær finalusessin, meðan Mjølnir hevur vunnið bæði sína egnu kapping og Fleyr-kappingina.
Í dystinum í gjár sá alt at byrja við út, sum tað plagar, tá ÍF vann fyrsta sett. Men í øðrum setti svaraði Mjølnir aftur, umframt at heimaliðið eisini tók triðja sett. Ikki var frítt, at teir í Mjølni royndu at byggja víðari á viðgongdina í síðstuni – og kanska ikki minst tað sálarligu yvirvágina, teir vístu ímóti endanum á dystinum ímóti Fleyr mitt í vikuni.
Nú var Mjølnir á odda 2-1, og tað stóð øllum greitt, at megnaði Mjølnir eisini at vinna fjórða sett, so var støðan á stigatalvuni blivin so sterk, at gott og væl annar fóturin var komin inn um FM-finalugáttina. Og tað sá eisini út, sum skuldi Mjølnir veruliga taka kjansin, nú hann var har.

Snávaðu til síðst
Tað gekk fínt hjá klaksvíkingum upp ígjøgnum fjórða sett, og tá tað nærkaðist endanum, var Mjølnir á odda 23-18 og skuldi bara vinna tveir bóltar aftrat, so var sigurin komin til høldar. Men í hesi avgerandi løtuni megnaði Mjølnir ikki at gera arbeiðið liðugt, og í staðin slapp ÍF innaftur í settið og dystin, sum endaði 30-28 til fuglfirðingar.
Sostatt skuldi alt avgerast í fimta setti, men tá var luftin farin úr ballónini hjá Mjølni, ið ikki fekk hótt ÍF meira hesa ferð. ÍF vann settið 15-6 og dystin 3-2. ÍF spældi kanska ikki sín besta dyst, men tað skal einki taka frá Mjølni, ið veruliga royndi at fara eftir møguleikanum, men bara akkurát ikki vann upp land.
Hetta var eisini annar fimmsettarin hjá Mjølni í tríggjar dagar, tí tá klaksvíkingarnir fríggjakvøldið vóru í Sørvági og spældu ímóti SÍ, var talan eisini um ein drúgvan dyst. Ta ferðina eydnaðist tó Mjølni at vinna.
Sørvingar byrjaðu annars væl og vunnu tey bæði fyrstu settini rímiliga sannførandi. Tað vóru serliga móttøkurnar hjá Mjølni, ið ikki riggaðu nóg væl, tí SÍ vann fleiri bóltar upp á servurnar. Men so líðandi spældu gestirnir seg upp og fóru avstað við triðja og fjórða setti.
Hesa ferð treyt orkan ikki í fimta setti, og Mjølnir fór mestsum beinanvegin avstað og vann tað trygt. Ein týðandi dystur fyri Mjølnir, tí vann SÍ í staðin, høvdu sørvingar aftur verið frammanfyri á stigatalvuni, tá vikuskiftið var farið afturum.

Óvæntað torført
Í gjár skuldi so SÍ suður til Trongisvágs at reisa seg aftur, og eftir stigatalvuni og undanfarnu úrslitunum hjá TB at døma, átti tað avgjørt ikki at verið nakar trupulleiki. Men tað skuldi vísa seg at gerast ein serstakliga trupul dystur hjá SÍ, ið fekk alla hugsandi mótstøðu frá unga heimaliðnum, ið frammanundan bara hevði vunnið tvey sett í teimum undanfarnu 16 dystunum tilsamans.
Alt sá annars til at ganga sum væntað, tá SÍ vann tey bæði fyrstu settini. Men meðan SÍ hvørki spældi væl ella sannførandi, vant TB seg meira og meira upp hesi bæði settini, og í triðja setti brast ordiliga fyri nev, tá TB vann 25-19, eftir at SÍ annars hevði verið langt á odda eina løtu. TB-manningin stríddist væl og fekk eina rúgvu uppaftur, so tað stóð meira og meira á hjá SÍ.
Ofta er triðja settið eitt sindur lúrið, so tað kann tapast í einum annars tryggum sigri. Men heldur ikki í fjórða setti fekk SÍ ordiliga gjørt nakað, hóast tað gekk munandi frægari enn í triðja setti. TB koyrdi á og spældi sum fyri lívinum, og tað eydnaðist eisini at vinna hetta settið, 25-23.
Nú var tað so spennandi í høllini í Trongisvági, sum tað ongantíð fyrr hevur verið í vetur, tí TB skuldi bara vera fyrri upp á 15 stig enn SÍ, so var fyrsti sigurin komin í posan. Men nú vendi eydnan hjá tvøramonnum, ið framvegis stríddust væl, men mátti síggja SÍ eitt petti frammanfyri seg alla tíðina, og endin gjørdist tí, at SÍ vann settið og dystin.
Soleiðis endaði eitt hendingarríkt umfar í Eik-liguni hjá monnum, tí tað er ikki vanligt, at allir dystirnir í einum umfari enda sum fimmsettarar. Kortini lagaðu úrslitini seg soleiðis, at lítið einki broyttist á stigatalvuni, so tí er framvegis rímiliga opið, um tað verður SÍ ella Mjølnir, ið sleppur í FM-finaluna ímóti ÍF, ið ikki kann takast í endaspurtinum.