Klaksvíkingar havi ikki sæð ein týdnigarmiklan fótbóltsdyst á heimavølli síðani teir leygardagin 2. oktober í fjør sóu teirra lið vinna meistaraskapin.
Tá var veðrið vánaligt, og vøllurin stóð undir í vatni. Sunnudagin skuldi VB havt verið í Klaksvík, men dysturin varð avlýstur. Kavin var so mikið nógvur norðanfyri, at tað var ikki hugsningur um at spæla. Hetta varð avrátt í so mikið góðari tíð, at vágbingar fingu boðini, áðrenn teir fóru úr Suðuroy.
Klaksvíkingar høvdu glett seg til at síggja teirra lið fýra ferðir á heimavølli í eina stóra viku. Umframt dystin móti VB, skulu teir sambært skránni spæla á heimavølli móti Sumba skírisdag, páskaaftan skal NSÍ vitja í steypakappingini, og annan páskadag skal NSÍ spæla landskappingardyst í Klaksvík.
Óvissan
Tað er kortini eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við fótbóltsspælinum í Klaksvík komandi dagarnar. Tað er framvegis kavi á vøllinum, og veðurvánirnar eru ikki serliga góðar. Hann sigur framvegis høgætt, og harvið er sannlíkið stórt fyri kava.
Umframt kavan er tað ein veruleiki, at einki enn er gjørt fyri at bøta um dreningina, sum hevur verið út av lagi vánalig síðani nýggi graslíkisvøllurin varð lagdur á. Hetta hevur við sær, at vatnið fer ikki so skjótt burtur, tá kavin hvørvur, sum tað hevði havt verið møguleiki fyri, um drenið var, sum tað átti at havt verið.
Klaksvíkingar eiga nú tveir dystir á í steypakappingini á. Hin er móti NSÍ í Runavík. Í síðstu viku løgdu teir í NSÍ uppskot fyri KÍ um at spæla í Runavík síðsta fríggjakvøld, men tað varð av ongum. Í gjár frættist, at dysturin í Runavík verður í kvøld klokkan sjey.