Teir bíða eftir Fram

Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sigur seg hava góðar vónir um, at Bakur og Stelkur fara at sleppa av aftur bedingini á Skála ein av fyrstu døgunum

Ísfiskatrolarin Fram, sum hevur staðið fastur á bedingsvogninum á Skála seinastu dagarnar, er ikki komin av aftur enn.
Tað var, tá bedingin skuldi taka skipið upp, at partar av vognunum fóru av skinnarunum, meðan skipið enn stóð í sjóvarmálanum.
Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni MEST, hevur áður sagt, at Fram vigar eini 700 tons og at teir, síðan óhappið hendi, hava arbeitt við ymiskum loysnum um, hvussu skipið kann fáast av aftur.
Longur uppi á bedingini standa ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, sum hava fingið aksiltrekk, samstundis sum skrúvurnar eru umvældar á verksmiðju í Danmark. Bakur og Stelkur sleppa nevniliga ikki av aftur, fyrr enn Fram er fingin av vogninum og á flot.
Stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen, sum eigur Bak og Stelk, sigur, at skipini hjá teimum eru liðug og klár at fara av aftur, men sum er sleppa tey ongan veg.
- Um alt var, sum vanligt, høvdu skipini verið flotað aftur í endanum av seinastu viku, sigur hann.
Dávid Jacobsen sigur, at skipasmiðjan MEST arbeiðir bæði dag og nátt við málinum, og hann sigur seg hava góðar vónir um, at Fram fæst leysur aftur ein av komandi døgunum, soleiðis at eisini Bakur og Stelkur sleppa av aftur bedingini - og aftur til fiskiskap.