Fríggjadagin 25. februar skipaðu øll ungdómshúsini í Føroyum fyri tiltakinum ´Náttin er ung´. Tiltakið var so væl eydnað, at fyrireikararnir nú brynja seg til næsta umfar. Tiltakið var uppi í Dansifrøi, og var hildið fyri øllum sjeyndu flokkum í Føroyum.
Dyrnar lótu upp klokkan 20, og beinanvegin møttu tey ungu upp. Dansibólkurin Biit dansaði fyri teimum klokkan 21, og eftir hetta vóru næstan øll úti á dansigólvinum.
Til tey, sum ikki tímdu so væl at dansa, bar til at spæla play station 2 á stórskýggja. Hølið var prýtt við stearinljósum, og eisini var vj, sum gav hølinum eitt serligt dám.
Síðan komu Gipsy Train at spæla, og teir spældu í ein góðan hálvan tíma. Eisini bar til at keypa sær okkurt gott í kioskini alt kvøldið. Síðani komu Biit aftur at dansa, og so var tíðin komin til tað, sum tey flestu vóru ógvuligani spent uppá. Tað vóru sjálvandi Páll Finnur Páll, sum trinu á pallin. Teir spældu í umleið ein tíma, og tey ungu elskaðu teir, og sungu við frá byrjan til enda.
Eftir hetta koyrdi tónleikur í hátalarunum inntil tiltakið endaði klokkan 24.00. Tey ungu vóru sera væl nøgd, og væntandi verður eitt Náttin er ung tiltak aftur í mars fyri sjeynda, áttinda og nýgginda flokki.