Danska stjórnin hevur kunngjørt eitt fátækramark. Við einum pennastroki vórðu 42.200 fólk lýst fátæk.
Stjórnin hjá Helle Thorning-Smidt, sum nú vitjar Føroyar, hevur avgjørt, at tú ert fátækur, um tín inntøka er 50% av miðal inntøku í 3 ár, t. e. 103.200 kr eftir skatt fyri ein stakan og 237.000 kr fyri eina familju við 4 fólkum.
Fólk ‘við góðum tokka’ vóru skjót og staðfestu 1.200 ‘fátæk’ í Føroyum.
Fátækramarkið er politiskt gykl. Tað hjálpir ikki útsettum fólki ella familjum.
Í besta føri er tað líkamikið – í ringasta føri er tað ein roynd hjá teimum vinstrahallu at skapa offur fyri at rættvísgera sín politikk.
Fátækramarkið hevur tríggjar grundleggjandi veikleikar.
Tað vera altíð ‘fátæk’
Fátækramarkið er relativt, tí tað er bundið av 50% miðalinntøkuni.
Tað merkir, at um tey 1.200 fólkini í Føroyum gjørdust løgfrøðingar, læknar ella ráðgevandi verkfrøðingar, høvdu tey ‘fátøku’ verið her við sama lag.
Miðalinntøkan hevði hækkað, og ein annar bólkur hevði gjørst fátækur.
Tí slepst ikki av við ‘fátkæradømi’, uttan so at øll tjentu tað sama. Tað er sum kunnugt kommunisma, sum ongantíð hevur gjørt annað enn at býtt fátækradømið javnt.
Tey vinstrahalu ynskja at áseta eitt fátækrmark fyri at stempla eini 1.200 føroyingar, pensjónistar, lesandi (komandi akademikar), fólk við parttíðar arbeiði, fyritíðarpensjónistar, stakar uppihaldarar o.o. sum ‘fátøk’.
Kanska tørvar teimum neyvt eyðlýst offur fyri at langtíðartryggja teirra sosialistiska politikk, sum heldur fólki føstum í fátækrafelluni.
Tú ert ikki fátækur við 103.200 eftir skatt
Um tú eftir skatt hevur 103.200 kr at ráða yvir, ert tú ikki fátækur! Tað merkir ikki, at tú ikki kann hava sosialar trupulleikar.
Minst til, at útbúgving og heilsuverk eru goldin. Peningurin fer mest til mat, klæðir og býli. Nógv lesandi høvdu verið bólkað sum fátøk. Men tey klára seg fyri eina minni upphædd. Tað átti ein stakur, ið ikki lesur, eisini.
Markið loysir ongan trupulleika
At vit sleppa at kalla 1.200 fólk í Føroyum fátøk, hjálpir einki og loysir ongan trupulleika.
Um tað veruliga hevði snúð seg um at fáa færri fátøk, kundu vit minka miðalinntøkuna við at skatta tey ‘ríku’ úr Føroyum.
So høvdu verið færri fátøk, tí 50% markið hevði verið lægri enn nú og minkað talið á fátækum.
Hevði tað loyst trupulleikan? Nei, tað hevði gjørt hann verri.