Teim ungu dámar best maskinur og elektrisitet

Tað er ógvuliga ymiskt, hvat ungdómurin hevur hug at læra seg til

Tað er rættiliga ymiskt, hvat slag av handverki dregur ungar føroyingar til sín.

 

Tað verður staðfest í einum yvirliti, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana um lærlingaviðurskiftini í Føroyum, og Rigmor Dam vísir á, at tilsamans eru tað nú 723 lærlingar í Føroyum.

 

 

Les eisini: Fyritøkur skulu tvingast at taka lærlingar

 

 

Og tað er ikki at taka seg aftur í, at tað eru maskinfakið og elektrisitetið, sum draga flest ung til sín.

 

Tað eru nevniliga 140 ung, sum læra til maskinsmið, men so eru tað eisini 117, sum læra til elektrikara. Beint í hølunum á tí eru tað tey, sum læra til timburmann, tey eru 106 í tali. Annars eru tað 74, sum eru í handilslæru, 40 læra seg fyrisiting, 28 læra bilasmíð og 23 læra til kokk.

 

Fara vit í hin endan, er tað bara ein føroyingur, ið lærir til maiarist, plastsmíð og træskipasmíð.