Ted Sorenson deyður

Ted Sorenson, sum var ráðgevi og røðuskrivari hjá amerikanska forsetanum John F. Kennedy, er deyður. Hann bleiv 82. Ted Sorenson skrivaði millum annað fleiri av røðunum, sum Kennedy helt í 1962, tá Kuba-kreppan millum USA og Sovjetsamveldið hótti við at festa eld í heimin.

Tað sigst, at tað var hann, sum bað Kennedy brúka tey kendu orðini ?Tú skalt ikki spyrja, hvat títt land kann gera fyri meg, men hvat tú kanst gera fyri títt land?, men sjálvur segði Ted Sorensen, at tað var forsetin, sum fekk hugskotið til orðini.

Ted Sorenson hevði danskar røtur. Oldurabbi hansara var dani, og Ted Sorenson var fleiri ferðir í Danmark og vitjaði.