Tecla vitjar á Vági

Vágbingar fingu í dag eina forkunnuga vitjan, tá seglskipið Tecla kom á vitjan. Vágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at talan er um eitt gamalt sildaskip, ið er á veg norðureftir.


- Tecla er eitt gamal sildaskip, sum varð bygt í Vlaardingen í 1915. Tecla er 28 m. long og Tecla tekur 16 fólk við á ferðunum í Norðuratlantshavi. Leiðini hjá Teclu gongur hesa ársins tíð úr Skotlandi, til Hebridurnar ella Hetlands, og síðani til Føroyar, Íslands og Grønlands, skrivar kommunan.


Upplýst verður, at skipið byrjaðu sína ferð í skotska bygdini Ullapool og er ætlanin at sigla víðari til Reykjavíkar.