10 fólk doyðu, tá órógv kom á mannamúgvuna, sum var komin til eina techno-veitslu hjá samklyndum í týska býnum Duisburg í dag.
Týska tíðindastovan DPA skrivar, at tey 10 doyðu, tá órógv kom á fólk, sum stóðu í einum tunli og bíðaðu uttan fyri høvuðsinngongdina eftir at sleppa inn á veitsluplássið.
Sambært løgregluni streymaðu fólk út av økinum samstundis, og tí endaði alt í einum ruðuleika.
Sambært DPA endaðu fleiriv túsund fólk í einum stórum trunka, og tað endaði við, at 10 fólk vórðu kroyst ella traðkað í hel.