Technofrítt fríggjakvøld í Deep

Nú bjóðar Deep til eitt kvøld uttan ein einasta technotóna – nú skal 70’ara, 80’ara og 90’ara tónleikur sleppa framat.

 

Techno tónleikurin er annars fastur gerandiskostur í Deep, men fríggjakvøldið verður nakað nýtt á skránni.

 

Deep upplýsir á Facebooksíðuni, at fríggjakvøldið verður á tremur við R&B tónleiki, tónum frá 70’unum, 80’unum og 90’unum. Ja í roynd og veru allur hugsandi tónleikur, sum ikki kann bólkast undir techno.