Teater og Dans i Norden stýrisfund í Føroyum

Teater og Dans i Norden er nevnd undir Nordisk Ministerråd fyri sjónleik, musikksjónleik og dans, við øðrum orðum ein av sokallaðu norðurlendsku kunstkomitéunum

Nevndin hevur sum endamál millum annað at styrkja norðurlendskt samstarv innan yrkisleik og -dans.

Arbeiðsøkið hjá nevndini er:


at stuðla leikvitjanir millum norðurlond


at stuðla gestasetanir millum tey norðurlendsku sjónleikarhúsini og -bólkarnar


at umsita játtaða stuðulin frá Nordisk Ministerråd til norðurlendskan áhugasjónleik og virka fyri skapandi samskifti millum áhuga og yrkisleik


at virka sum ráðgevandi stovnur fyri Nordisk Ministerråd og teirra stovnar, sum serkønur á sínum øki


at leggja serligan dent á tiltøk, ið fremja áhuga fyri sjónleiki og dansi, fyri børn og ung


at taka stig til og skipa fyri eftir- og víðariútbúgving og stuðla gransking innan øll viðkomandi fakøki.


Teater og Dans i Norden hevur 11 stýrislimir, 2 úr hvørjum av teimum stóru norðurlendsku londunum. 1 umboð er fyri Nordisk Amatørteaterråd og so hava tey sjálvstýrandi londini hvør sín eygleiðara í nevndini. Tey sjálvstýrandi økini hava uppskots- og talurætt.

Í arbeiðinum hjá Teater og Dans i Norden hevur stórur dentur verið lagdur á at fáa útjaðaraøkini styrkt í tí norðurlendska sjónleikasamstarvinum.

Í Føroyum hava vit ofta notið vælvild frá Teater og Dans i Norden, tá umræður fígging av norðurlendskum leikstjórum og pallsmiðjum til leikuppsetanir her á landi, seinast til leikin »Dreymur Jóansøkunátt« og vitjanina av Viggu Bro. Somuleiðis luttaka føroyingar javnan á skeiðum, ið Teater og Dans i Norden skipar fyri.

Føroyskt umboð í hesi nevnd er Laura Joensen úr Leikarafelag Føroya.

Meðan nevndin er her, fáa tey høvi at hitta fólk úr sjónleikaumhvørvinum eins og tey fáa høvi at luttaka á LISU-veitsluni leygarkvøldið, hvar tey so fáa høvi at hitta onnur føroysk listafólk. Eisini verður Mentamálastýrið vertur við ein døgurða.

Stórur áhugi er hjá nevndini at fáa meira at vita um mentanarlívið í Føroyum, so vónandi eydnast teimum at fáa hesa trá mettaða, hóast vitjanin verður stutt og mesta tíðin fer til sjálvan fundin.