Teambuildingsskeið í Suðuroynni

Væleydnað teambuildingskeið var í Vági herfyri

Teir báðir Dan Djurhuus og Finn Johannessen, ið standa fyri S/pf Vlit, keyptu nakað fyri jól gomlu og hugnaligu handilshúsini á Marknoyri í Vági. Síðani hava teir skipað fyri ymiskum í húsinum.

Eitt sonevnt teambuildingskeið varð hildið leygardagin 16. februar 2008

Á leið 40 luttakarar vóru við, og vóru teir úr flest øllum barnaansingarstovnum í Suðuroy. Byrjað varð kl. 09.00 og hildið á til kl. 17.00 Tey luttakandi vórðu býtt í bólkar, har tey ið felag skuldu loysa uppgávur og samstarva.

Endamálið var at byggja brýr, um bygdamørk og útbúgvingar o.s.fr.

Millum annað skuldu tey rógva, byggja drekar, sparka fótbólt bundin saman tvey og tvey, byggja puslispæl, bera eina grýtu fulla av vatni, spæla felagsspæl, baka pannukøkur, yrkja ein sang, og so at royna sansunarhúsið.

Sansunarhúsið var eitt stað, har luttakararnir fingu bind fyri eyguni, og skuldu so førast gjøgnum nógv støð, har ymiskt var á leiðini, sum talaði til teirra sansir. Smakkan av súrum, søtum, ganga í vatni, sápu, kenna ymiskt, ið minti um løgin ting, meðan ymiskur tónleikur ljóðaði aftanfyri.


Dagurin eydnaðist sera væl, meta fyrireikararnir, og teir vóna, at hetta verður eitt tiltak, sum fyritøkur og stovnar úr øllum Føroyum koma suður at royna.


- Vit hava húsini, tiltakið við Teambuilding, og so leggja vit fegin hugnaløtur, ferðing og ástøðiligt innslag til rættis, um fyritøkan/stovnurin ynskir tað, siga fyrireikararnir.

Meira kann síggjast á www.vilt.fo har fleiri myndir eru frá Teambuildingsdegnum.