Teambuilding er hugtak ella fyribrigdi, ið gerst alsamt vanligari hjá okkum, eins og í londunum kring okkum. Hetta, at fólk, stovnar og fyritøkur fara á skeið, har endamálið er samstarv, hugni og upplivingar er blivið alt meira og meira kent, og soleiðis hevur orðið og hugtakið eisini snýkt seg inn í hugsanina hjá flestu føroyingum.
Fyritøkan Vilt, ið er heimahoyrandi í Suðuroy, hevur seinastu tíðina skipað fyri Teambuildingdøgum í Suðuroy, og lata tey sera væl at.
- Vit byrjaðu hetta við teambuilding í februar, og so seint sum seinasta leygardag høvdu vit aftur ein slíkan Teambuildingsdag. Vit hava sannað, at hetta er sera týdningarmikið fyri fyritøkur og deildir á fyritøkum og stovnum, og tí byggja vit uppá hvørja fer, sigur Finn Johannessen, ið eigur fyritøkuna Vilt, og sum hevur Jeanette Joensen afturat sær, tá ið teambuildingsdagar eru.
- Alt byrjaði við, at vit tosaðu um at samstarv er umráðandi, serliga her suðuri – tvørtur um fakbólkar og eisini landafrøðiligargrensur. Tá vit so fóru ígongd, so vóru fólk úr allari Suðuroynni við, og tað heppnaðist til fullnar. Kapping er eitt av høvðusevnunum, saman við samstarvi, kreativum loysnum, og sosialum samanhangi – og alt hetta royna vit so at leggja í ein slíkan dag, ið gongur fyri seg á firðum, skúlum, við speedbáti, í uppgávum loysan, súklum og mongum mongum øðrum, sigur Finn Johannessen.
Tá ið fyritøkan Vilt varð stovnað, var endamálið at skapa hugna í oynni, og at hava eina søludeild. Tað vísti seg skjótt, at vit fingu nógv at gera, og tískil hava vit ídag, ein bólk, sum serliga tekur sær av teambuilding, sum má siga at vera ein upplivingardagur, sigur Finn.
- Seinasta vikuskiftið var íløgudeildin hjá Føroya Banka og vitjaði í Suðuroy, og fór tey norður aftur við einari sera jaligari uppfatan av degnum. Tá dagurin endaði í gomlu og sera hugnaligum hølunum hjá Vilt í Vági, vóru lógvabrestir at hoyra, áðrenn leiðin lá norður aftur um fjørðin. Vit kunnu bara sannað, at hesa upplivingar, ið vit kunnu bjóða her, saman við uppgávum, avbjóðingum og útferðum, fáast ikki aðrastaðni og á sama hátt, og tí halda vit avgjørt, at her er okkurt at koma eftir, sigur Finn Johannessen at enda.










